Forsíða Nýtt Framsýningar Søga Keraldið Login

Gamlar framsýningar

Farið var í gongd við at savna lutir og myndir inn til savnið. Tað gekk ómetaliga væl at fáa lutir. Vit fingu lutir úr øllum bygdunum, sum tá vóru í kommununi, umframt eisini úr Nes kommunu, hinumegin fjørðin og av Oyri. So tað eydnaðist at fáa eina framsýning upp at standa í juni 1988 við øllum hesum fjølbroyttu lutum, sum vit høvdu fingið savnað, umframt at vit høvdu eina framsýning av staðarnøvnum. Hetta var eitt arbeiði, sum skúlin hevði gjørt, men vóru tey so beinasom at lata okkum fáa hana til hesa fyrstu framsýningina. Eisini var ein lýsing við myndum av gomlum fólki í Rituvík og á Glyvrum. Áhugin var stórur, og nógv fólk vitjaðu hetta nýggja savnið.

UMANAK (UUMMANNAQ) framsýningin (1989)

Við tað, at Runavík og Umanak høvdu verið vinarbýir í 10 ár, komu fólk úr Umanak fyri at gera eina grønlendska framsýning, hetta var um ársskiftið 1989/90. Hesi vóru Karen og Finn Pedersen, sum vóru dagligir leiðarar á Umanak Museum. Hetta var ein rættuliga áhugaverd framsýning, sum var sett upp í Forna. Í eini lítlari bygd, nevnd Quilakitsoq, tætt við Umanak, vóru 8 "mumifiseraðir" eskimoar funnir. Hildið varð, at teir vóru frá 1450. Draktirnar á myndini (sum vóru við á framsýningini) eru neyvt gjørdar eftir teim, sum teir funnu eskimoarnir vóru í.
Í hesum sambandi fekk Forni ein grønlendskan kvinnubúna frá fyrireikarunum. Maðurin á myndini saman við búnanum, er táverandi borgarstjórin í Umanak, Uvdlorviaq Løvstrøm.

HANDILSFRAMSÝNING (1989)

Til eystanstevnuna sama ár, gjørdu vit eina handilsframsýning. Vit høvdu fingið handilsinnbúgvið úr handlinum hjá Petur Danielsen í Søldarfirði. Handilin varð settur upp niðri í roykstovuni, og vit fingu nógvar myndir í hesum sambandi, handilsloyvið og lutir. Tá ið summarið var liðugt, var handilin fluttur upp á loftið, har hann hevur havt sítt fasta pláss síðani.

KRÍGGIÐ (1990)

Við tað at 50 ár vóru liðin, síðani seinni heimsbardagi byrjaði, tóku vit tað avgerð, at seta eina framsýning upp um hersetingina her á okkara leiðum. Vit fingu eina ørgrynnu av myndum frá fólki, sum áttu myndir frá krígnum. Eisini klæðir, medaljur, gassmaskur og mangar ymiskar lutir. Vit vistu, at enskir krígsveteranar komu til landið, og vit vildu fegin hava teir at koma at vitja savnið. Hetta eydnaðist eisini. Tað komu nógvir gamlir hermenn á vitjan, og stuttligt var at síggja teirra áhuga fyri myndunum, og fleiri kendu seg og onkrar vinmenn aftur á teimum.
Eisini fingu vit ein skotskan tjóðarbúna, sum Alexander Todd á Skála hevur átt. Alexander kom sum hermaður til Føroya og giftist føroyskari kvinnu og varð tískil verandi í Føroyum. Hesin búnin er í løtuni útlæntur til krígssavnið í Vágum, sum ikki hevði sæð dagsins ljós tá.

KLÆÐIR (1991)

Hetta var ein framsýning við klæðum, sum vóru nýtt áðrenn kríggið og eldri. Niðurdeilar, blusur, kjólar í New Look sídd, onkur brúðarkjóli við rundskornum skjúrti við nógvari vídd og nógvum yvirklæddum knappum. Eisini vóru vovin skjúrt, kot, knæbuksur, vestur, hettur, undirklokka, onkur serkur, fyrikløð o. m.a. Ein sera stuttlig framsýning.

TRÚARLÍVIÐ (1992)

Henda framsýning snúði seg um at siga frá gongdini, frá tí fólkakirkjan var einsamøll, til ymiskar trúarrørslur byrjaðu at taka seg upp. Her var tað Nes kirkja, sum fólkið savnaðist í. Bygdafólkini høvdu sínar serligu stólar at sita í, nevndir Glyvrastólurin, Lambastólurin, Søldarfjarðastólurin o.s.fr. Nógv farin ættarlið høvdu sína gongd í gomlu Nes kirkju, og hóast drúgva leið, so varð hon trúliga vitjað. Um árhundraðskiftið 18-1900 byrjaðu aðrar samkomur at taka seg upp.
Serliga var tað brøðrasamkoman og heimamissiónin. Tað, sum vit lýstu, var sjálvandi, hvussu tað hevði háttað sær her á okkara leiðum. Hetta var ein framsýning við ógvuliga stórum almennum áhuga, eini 1200 fólk sóu tað framsýningina.
Uppi á loftinum, hetta sama árið, høvdu vit eina framsýning um sluppina Immanuel, sum gekk burtur á suðurlandinum í 1932.

ULLARBEIÐI (1993)

Hetta var ein framsýning av ullarbeiði, ein sokallað livandi framsýning, har fólk sótu og nappaðu, karðaðu, spunnu, bæði á lítla strá og rokki, og onkur sat og bant. Á framsýningini vóru nógvir lutir, sum vit høvdu lænt frá fólki, so sum vovin pløgg, troyggjur, bundnaturrikløð, tøvdir lutir av alskyns slag. Hesa framsýning vitjaðu serliga nøkur týsk ferðaløg, sum vóru í Føroyum við ferðamannaskipum.

HEIÐADOKTARI (1994)

Savnið hevði fingið nógvar lutir úr læknahølunum hjá Einar Djurhuus, og tað førdi til, at vit gjørdu eina framsýning og lýstu hesi torføru viðurskifti, sum ein lækni á bygd hevði, serliga við at koma til sjúklingarnar. Læknaembætið við Skálafjørðin varð lýst leyst 1. jan. 1928. Ein umsókn var til starvið, og var hon frá dr. Poul Schwarz Nielsen, sum varð settur frá nevnda degi. Longu 1. juli 1930 segði hann upp, og Einar Djurhuus varð settur í hansara stað, og var hann verandi í hesum starvi í smá 40 ár. Flutningurin var bilur, har sum vegur var, annars við báti og nógva staðni til gongu. Ein má siga, at tað kravdi sín mann at vera lækni undir teimum umstøðunum. Veganetið var lítið útbygt, tá ið lækni var settur við Skálafjørðin. Vegurin úr Søldarfirði til Lambar kom í 1932-33, og ikki varð liðugt gjørt millum Lambareiði og Glyvrar fyrrenn í 1935-36. Av Høgabóli til Runavíkar varð vegur gjørdur um 1931-32; vegasamband var ikki út á Toftir fyrrenn í 1939-40.
Einar Djurhuus hevur sjálvur sagt, at strævnasta tíð hansara sum lækni var, tá meslingarnir gingu í 1935, aftaná ta tiltiknu gøtugrindina. Tá stimaðu teir (Pedda og Poul Knudsen) í millum allar bygdirnar á Skálafjørðinum, nærum uttan íhald, tí tað vóru so nógv fólk sjúk. Serliga í Lamba var standurin ringur. Læknin gekk í millum húsini, tí fleiri vóru álvarsliga sjúk, og tveir menn í bestu árum doyðu. Aftaná hetta fór Einar Djurhuus til Sumbiar, haðani hann var ættaður. Hann segði, at hann svav í eitt heilt samdøgur, tá ið hann var suðurkomin, so útlúgvaður var hann.
Ein dagin, nakað eftir hetta, bankaði á dyrnar hjá Heiða-doktara, tað var Christian Lamhauge (Kristian-bóndi), sum stóð á trappuni við eini tungari byrðu. Hann hevði eitt Bornholmarur fatlað upp á ryggin. Hann segði, at hetta skuldi doktarin eiga. Hetta sera vakra Bornholmarur er nú komið inn í FORNA at vera, og prýðir tað stovuna uppi á loftinum.

LÍVIÐ UMBORÐ (1995)

Hetta var ein framsýning, sum lýsti lívið umborð á sluppunum. Vit høvdu nógvar myndir, umframt frásagnir frá gomlum monnum. Myndirnar vóru m.a.: Borðfull, Hann avhøvdar, Teir hova, maður rippar, skiparin tekur sólina, bestimaðurin við róðrið, teir skaffa, kokkurin klippur skiparanum, teir bøta segl, teir halda møti umborð og fiskimenn til møti í Íslandi og m.m.a. Hetta var bæði ein áhugaverd og stuttlig framsýning.

SALTANGARÁ 150 ár (1996)

Hetta var ein framsýning, sum lýsti lívið umborð á sluppunum. Vit høvdu nógvar myndir, umframt frásagnir frá gomlum monnum. Myndirnar vóru m.a.: Borðfull, Hann avhøvdar, Teir hova, maður rippar, skiparin tekur sólina, bestimaðurin við róðrið, teir skaffa, kokkurin klippur skiparanum, teir bøta segl, teir halda møti umborð og fiskimenn til møti í Íslandi og m.m.a. Hetta var bæði ein áhugaverd og stuttlig framsýning.

GLYVRA KIRKJA 70 ár (1997)

Glyvra kirkja varð vígd Kristi himmalfarsdag, 26. mai 1927 av Jákupi Dahl, prósti. Okkurt um 1200 fólk vóru komin saman henda dag. Grundarsteinurin var lagdur 9. mai 1926 av Chr. Vilh. Nielsen, presti, sum sjálvur hevði teknað kirkjuna og var formaður í bygginevndini. Ymisk tiltøk vórðu gjørd fyri at savna pening inn, m.a. varð ein basarur hildin á Glyvrum 2. hvítusunnudag 1925. Kirkjugarðurin varð tikin í nýtslu árið fyri, sum kirkjan varð vígd.
Jóan David Jacobsen í Niðaragerði í Søldarfirði var formaður fyri stoypiarbeiðnum, og Símun Johannesen í Fuglafirði var formaður fyri innandura arbeiðnum. Eisini arbeiddu hesir menn upp á kirkjuna: Jacob Jacobsen á Sýnini, Glyvrar, Ventsel Jacobsen, Glyvrar, Jóhan Hendrik Jacobsen á Bakka, Glyvrar, Jacob Jacobsen (Jákup hjá Rasmusi) Glyvrar og Robert Langgaard í Leirvík. Annars var tað pliktarbeiði at gera kirkjuna, so menn komu úr allari sóknini at hjálpa til við útgrevstri og útiarbeiði.
Hans Jørgensen í Skúlanum í Miðvági gjørdi útskeringararbeiðið undir loftinum og á stólunum. Klokkuna, vínkannuna, kalikin, breyðílatið, messuakulin og ljósastakan keypti Nielsen prestur í Danmark í 1927. Tað varð goldið á tann hátt, at kirkjufólkið byrjaði at savna pening inn í 1924, so tá hesi trý árini vóru farin, var peningur tøkur til at gjalda tað, ið kirkjuni tørvaði. Nevnast kann, at klokkan kostaði 600 kr.
Gamla altartalvan er av Jesus í Getsemane. Hon er málað av Karl Blok, tó er altartalvan eitt avrit av málninginum. Hon var givin av Carl Bech, keypmanni í Sæby. Kirkjan á Glyvrum varð útbygd í 1981.
Vit høvdu fingið nokk so fitt av myndum, lutum og skjølum, so samanumtikið var hetta ein góð og áhugaverd framsýning. Leggjast kann afturat, at teir flestu upplýsingarnar um kirkjuna, fingu vit frá Lassen Djurholm á Glyvrum.

ÆÐUVÍK 100 ár (1997)

Um heystið, hetta sama árið, sum vit høvdu gjørt framsýning um Glyvra kirkju, heittu fólk í Æðuvík á okkum um at seta eina framsýning upp yviri í Æðuvík, við tað at bygdin fylti 100 ár. Framsýningin varð sett upp í missiónshúsinum í Æðuvík. Hon snúði seg um niðursetufólkini, har tey fyrstu vóru Súsanna og Jóannes Davidsen, sum fluttu í nýggj hús í Æðuvík í oktober í 1897.
Æðuvík var partur av prestagarðinum á Nesi. Niðursetumenninir fingu sambært kontraktini loyvi at leggja inn eina trøð, umleið 2 kúfóður til støddar. Leigan var 4 kr. um árið. Niðursetumenninir fingu loyvi at skera torv í haganum, og gjaldið var eitt dagsarbeiði fyri 90 leypar. Henda framsýning eydnaðist væl, og lat hon upp sama dag, sum minnisvarðin í Æðuvík varð avdúkaður, hin 11. oktober 1997.

FORNI í 10 ár (1998)

1998 var jubileumsár, tí avgjørdu vit at gera eina framsýning við brotum úr teimum framsýningunum, sum vit høvdu gjørt tey farnu 10 árini. Hetta eydnaðist væl, og eisini høvdu vit eitt hugnakvøld við gestum. Henda framsýning stóð uppi í 1999 eisini.

Føroyar kristnar í 1000 ár (2000)

Henda framsýning snúði seg um at lýsa hesa tíðina sum frægast, Sigmund Brestisson, ta katólsku tíðina, Luther, siðaskiftið og hvussu hetta alt ávirkaði okkum sum tjóð. Ein framsýning við stórum áhuga millum skúlanæmingar.

REIÐARAVIRKIR OG ARBEIÐI UPPI Á LANDI (2001)

Hetta var um reiðaravirkini her í kommununi og Nes kommunu. Hetta var ein stór framsýning við nógvum myndum av fiskaarbeiði, so sum fiskavasking, bæði inni og úti, fiskaturking, vraking, stakking og seyming av fiskapakkum og nógv annað.
Henda framsýning hevði stóran áhuga millum fremmandafólk, og tí lótu vit hana hanga í 2002 eisini.

HØGANES (2002)

Í 2002 gjørdu vit eina framsýning umborð á Høganes. Við tað at reiðaravirkir og arbeiði uppi á landi hekk inni í FORNA, avgjørdu vit at gera eina framsýning av skiparum og lívinum umborð til at hanga upp umborð á Høganes. Henda framsýning var sera áhugaverd at arbeiða við, og ein má siga, at hon hekk í sínum rætta umhvørvi. Nógv fólk vitjaðu umborð hesar dagarnar.

GAMLI HANDIL (2003)

Til eystanstevnuna hetta summarið, gjørdu vit eina framsýning úti í Gamla handli hjá Per í Heiðunum. Henda framsýning snúði seg um Ytra-Niels og sonin Per í Heiðunum og teirra handilsvirksemi og teirra ætt. Ytri-Niels bygdi sær myllu við vatnkraft og mól korn fyri fólk. Hann var fyrsti maður her, sum skeyt grót sundur við krúti. Ytri-Niels var eisini bátasmiður og hevði eisini jarnsmiðju, har hann millum annað gjørdi seym. Per í Heiðunum, sonur hansara, hevði eitt 10-mannafar og tvey áttamannafør og eitt fýramannafar. Bátarnir vórðu nýttir til útróður, læknaferðir o.a. Teir høvdu bæði handil og bakarí, og Niels hjálpti sjúkum fólki við gomlum føroyskum heimaráðum. Eisini ein framsýning sum varð væl vitjað.

SKÚLIN (2004)

Her á okkara leiðum eins og aðrastaðni, varð skúli hildin í bóndahúsunum í bygdunum. Í 1840 varð Johannes Petersen settur sum lærari á Nesi, Toftum, Søldarfirði, Lamba, Skála og á Strondum. Hann ferðaðist millum bygdirnar og helt skúla eina viku í senn, í hvørjari bygd.
Í fýra ár varð skúli hildin á henda hátt, men í 1844 varð gamla kirkjan á Nesi, sum var bygd í 1761, niðurrivin og nýggj kirkja varð bygd. Viðurin av tí gomlu kirkjuni varð nýttur til skúlastovu og lærarahús, og vóru tey bygd í Saltnesi. Til skúlan hoyrdi eitt gerði, sum var tvey hálvárs kúfóður. Garðin uttan um hetta gerðið, gjørdu menn úr bygdum, har Jóhannes Petersen var lærari. Garðurin varð gjørdur úr grót og flag, og hvør bygdin gjørdi sín part, ið fekk navn eftir bygdini: Strandagarðurin, Søldarfjarðargarðurin, Lambagarðurin, Skálagarðurin o.s.fr.
Søgan er long, men vit lýstu skúlasøguna frá hesi tíðini, og tá ið byrjað var at byggja skúlar. Skúlin í Søldarfirði var tann fyrsti her, hann varð vígdur 09.12.1890 og til nú, har prýðiligar skúlar eru runt allan fjørðin. Ein framsýning við nógvum hentum upplýsingum, og varð hon væl vitjað.

SLUPPTÍÐIN (2005)

Hetta árið hevði Runavíkar kommuna sína fyrstu mentanarviku. Okkara lutur í hesari viku var at gera eina framsýning, sum kundi hava áhuga hjá gestunum, sum vitjaðu hesa vikuna. Vit áttu jú nógv tilfar frá framsýningunum í 1995 og 2001, so vit avgjørdu at gera eina framsýning um slupptíðina. Vit høvdu nógvar myndir sum altíð, men vit høvdu ta broyting, at tað kvøldið framsýningin lat upp, kom Olaf Olsen at greiða frá, hvussu tað var at vera við slupp, tá ið hann var ungur. Eisini var ein kvartett frá kirkjukórinum á Glyvrum og sang. Tað vóru einir 80 gestir hetta kvøldið, og øll fingu ein bita at eta. Eitt sera hugnaligt kvøld.

HEYSTIÐ (2006)

Henda framsýning snúði seg um seyð, um fjallgongur, ullavasking, fletting, at taka slakt upp og øllum í tí tilhoyrir. Vit høvdu nógvar myndir, ið lýstu hetta arbeiðið, og vit høvdu eisini nógvar lutir. Hetta var ein framsýning, sum nógv skúlabørn sóu. Eisini vóru lærarar við, sum vóru fjallmenn, sum kundu greiða teimum ógvuliga neyvt frá hesum arbeiði. Ein góð og áhugaverd framsýning.

NORSKA LØVA Eitt 300 ára minni (2007)

Við tað at 300 ár vóru liðin, síðani Eysturindiafararin, Norska Løva strandaði á Lambavík, gjørdu vit framsýning um hetta til mentanarvikuna hjá kommununi í oktober.
Hin 4. des. 1707 sigldi skipið Norska Løva frá Keypmannahavn á handilsferð til Trankebar í Eysturindia. Dansk Ostindisk Kompagni átti skipið. Hin 18. desember gjørdist ódnarveður, og seglini skrædnaðu øll. Hin 19. desember mistu teir tað, sum var á dekkinum fyri borð, og 14 mans vóru tiknir við og lótu lív. Skipið dreiv so fyri vág og vind hjálparleyst á havinum, til tað 30. des. dreiv inn í millum Kalsoynna og Eysturoynna. Her kastaðu teir akkerini, men akkerstogini hildu ikki, og 31 des. sjálvan nýggjársaftan, strandaði skipið á Lambavík.
Við vrakið av Norsku Løvu varð gjørt eitt stórt bjargingararbeiði, og alt, sum hevði nakað virði, varð bjargað í land, men 3. jan. 1708 brast ein nýggj ódn á, og um náttina til tann 4. jan. knústist skipið í briminum. Fleiri ferðir hevur verið grivið eftir Norsku Løvu, men enn er hon ikki funnin. Á framsýningini høvdu vit eitt borð av Norsku Løvu, sum Magnus Rasmussen, bóndi í Lamba eigur, ein stól av N.L., sum Blásastova í Gøtu eigur, og eitt ógvuliga stórt borð, sum Norðoya Fornminnissavn eigur, hetta borð er komið úr Svínoy. Lisabeth, systir Peder Samuelsen (Rádna bónda, hann sat við Lambagarði, tá ið Norska Løva strandaði í Lamba) var gift í Svínoy. Lamba-Lísbitta, sum hon varð rópt, hevði borðið við sær úr Lamba, og tað sigst, at fjallmenninir í Svínoy ótu við hetta borðið.
Hetta kvøldið, framsýningin lat upp, hevði Magnus Rasmussen, borgarstjóri ein fyrilestur um Norsku Løvu, og Maria Jacobsen tosaði um fólkið og umstøðurnar tá. Eysturoyar Dansifelag kom og kvæð vísuna um Norsku Løvu. Eisini var okkurt til matna, har eini 90-100 fólk vóru samankomin hetta stak hugnaliga kvøldið.

RUNAVÍKAR KOMMUNA (2008)

Runavíkar kommuna er vaksin, so at hon nú telur 15 bygdir. Vit settu eina framsýning upp hetta árið, tí Funningur, sum tann fimtanda bygdin, kom upp í Runavíkar kommunu á nýggjárinum 2009. Framsýningin snúði seg um at lýsa hesar bygdir frá einum søguligum og upplýsandi sjónarhorni. Eitt lítið brot um hvørja bygd verður endurgivið:

Æðuvík:
Æðuvík er niðursetubygd frá 1897. Fyrstu fólk, ið búsettust har, vóru Súsanna og Jóannes Davidsen, hon úr Porkeri og hann av Nesi. Trý onnur húski búsettust stutt eftir, og verða hesi fýra húsini roknað sum niðursetuhús í Æðuvík.
Æðuvíkingar róðu nógv út, eisini var nógv torvarbeiði har. Torvheiðarnar vóru m.a. Amtmansheiðar, Prestheiðar, Kollfjarðaheiðar og Stórheyggur. Navnið Amtmansheiðar kom sjálvandi av, at skorið var til Amtmansborgina har, skorið varð til prestin og kollfirðingar skóru har o.s.fr. Hin 11. oktober 1997 reisti bygdafólkið í Æðuvík ein minnisvarða yvir niðursetufólkini, hann stendur hjá missiónshúsinum í bygdini.
Í 1901 vóru 15 fólk í Æðuvík, og nú eru 101 fólk í bygdini.

Rituvík:
Rituvík er niðursetubygd frá 1873. Tað vóru Nicolina og Per Højgaard, hon av Nesi og hann av Toftum, sum jólaaftan í 1873 búsettu seg í Rituvík. Frá 1873-80 vóru 7 umsóknir um at fáa loyvi at búseta seg í Rituvík. Rituvíkingar hava altíð roknað tey átta fyrstu húsini sum niðursetuhús í Rituvík. Í 1899 varð skúli bygdur í Rituvík, og frá 1919 var Heimamissiónin ein fastur táttur í bygdini. Í 1935 varð missiónshús bygt, og 17. des. 1955 varð kirkjan í Rituvík vígd. Annan hvítusunnudag í 1975 varð minnisvarði avdúkaður í Rituvík fyri niðursetufólkini. Minnisvarðin er ein standmynd og átta minnistalvur.
Í 1901 búðu 72 fólk í Rituvík og nú eru 282 fólk í bygdini.

Glyvrar – Saltangará – Runavík.:
Hesar bygdir eru so nógv samanvaksnar, at ilt er hjá ferðamanninum at fáa eyga á, nær ein bygd byrjar, og ein onnur tekur við. Tær eru ymiskar í aldri. Nógv tann elsta bygdin er Glyvrar við Glyvragjógv mitt í bygdini, sum skilir hana sundur á tann hátt, at bygdin hevur verið lýst: Norðan fyri gjónna og Heiman fyri gjónna. Hvussu gomul er ilt at siga, men sagnir eru frá sjórænaratíðini, og fleiri eru staðarnøvnini, sum siga frá, hvar fólk krógvaðu seg í fjøllunum, t.d. Fransatoftir, Skotaloft og Skotarók. Fólki kann ein lætt fylgja niður í 1500-talið.
Festijørðin á Glyvrum er 16 merkur.
Saltangará er niðursetubygd av Glyvrum. Tað var í 1846, at Niels Joensen av Glyvrum (Ytri-Niels) og Niels Johannesen, eisini av Glyvrum (Innari Niels) settist niður úti í Heiðum, sum tað tá varð kallað. Runavík er uppaftur yngri, heilt upp í 1900-talið var Runavíkin bara tann lítli sandurin í millum Svínhús og Torvklett. Torvklettur er burtur nú. Hans og Halda Tausen vóru tey fyrstu, sum búsettust í Runavík, men tá varð tað kallað við Saltangará. Elsta barnið hjá Elin og Petur Hammer, dótturin Thurid, f. 28.09.1938, er fyrsta barn, sum er doypt hoyrandi til Runavík, og sum bygdanavn er Runavík nýtt frá tíðliga í 1938.
Tey fyrstu nógvu árini vóru hesar bygdir ógvuliga lítlar, men tá ið føroyingar byrjaðu sluppfiskiskap, fóru hesar bygdir at vaksa, eins og manga aðrastaðni í Føroyum. Frá 1970 hevur tað verið ein sonn eksplosión av vøkstri, so hesar tríggjar fyrr so smáu bygdir, hava vaksið seg til ein sannan bý, við tí handilsloyvi, ið har tilhoyrir. Fjørðurin er í sær sjálvum ein góð havn, kongaskipið hevði jú sítt fasta pláss á Skálafjørðinum, og varð hann tí á eystara armi nevndur Kongshavn. Reiðaravirksemi og skiparakstur hevur fallið væl inni á hesum stóra fjørði.
Hesar tríggjar bygdir hava eitt blómandi handilslív, nógv arbeiðspláss, eisini eru barnagarður og dagrøktarskipan, so øll fáa røkt sítt arbeiðið. Eisini er eitt stórt ellis- og røktarheim, umframt dagtilhald og eldrafelag. Heimið á Mýrunum (fyri minnisveik) heilsumiðstøð (1989), politistøð (1986), apotek, bankar, Taks, Almannastovan, tryggingarfelag, ein stór ítróttarhøll (1982), fótbóltsvøllur (1988), sjómansheim (1970) fyri at nevna nakað av tí, sum er. Skúli varð bygdur á Glyvrum í 1912, og í 1958 varð ein stórur skúli bygdur, sum verður nýttur enn. Skúli til framhaldsdeild varð bygdur í Runavík í 1977.
Lækni varð settur í 1929 við bústaði í Heiðunum.
Glyvra kirkja varð vígd í 1927, eitt prýðiligt missiónshús í 1975, brøðrasamkomuhúsið Berøa í 1965, samkoman Lívsins orð í 1991.
Í 1801 búðu 38 fólk á Glyvrum, í 1901 vóru 81 fólk, og nú eru 405 fólk í bygdini. Í 1901 búðu 51 fólk í Saltangará, og nú eru 907 fólk í bygdini. Í 1901 búðu eingi fólk í Runavík, og nú eru 485.

Lambareiði:
Tað var í 1878, at Jørgen Solmunde og konan, Jóhanna Maria Elisabeth Magnussen settu seg niður á Lambareiði. Jørgen var ættaður úr Byrginum í Søldarfirði, og Lisabeth var bóndadóttir úr Horni á Skála. Jørgen hevði lagt sær gerðið inn á Lambareiði, umleið tvey kúfóður stórt. Hann hevði bát og neyst á Kópaskerið, har royndi hann eftir sild og kastaði nót eftir seiði, eisini róði hann út við lambamonnum. Hann var eisini seyðamaður hjá bóndunum í Lamba, fylgið hann røktaði, kallaðist Jøskrafylgið.
Gøtan millum bygdirnar lá framvið húsunum hjá Jørgeni, so nógv vóru tey, sum stukku inn á gólvið á Lambareiði at rinda møðina, tá ferðin lá framvið, og mangur heitur kaffimuður mundi verða skonktur hjá Lisabeth á Lambareiði.
Seinnu árini hevur Landsverkfrøðingurin havt virksemi á Lambareiði. Í 1901 vóru 4 fólk á Lambareiði, og nú eru 10 fólk í bygdini.

Lamba:
Lamba er ein av teim heilt gomlu bygdunum. Í Tróndarkvæðnum verður sagt: Løgdu inn á Lambavík at taka bóndan við, so um tað er eftirfarandi, er Lamba ógvuliga gomul.
Tað sigst, at íslendingur, ið nevndist Øgmundur Jónasson, skuldi vera bóndi í Lamba. Dóttir hansara skuldi vera gift við Jón Heinason, ið var sonur Heina Havreka. Jón var løgmaður og mætur jarðardrottur, hann hevði 69 merkur í festi umframt ognarjørð runt um í landinum. Hann var hálvbeiggi hin víðgitna Magnus Heinason, sum varð hálshøgdur í 1589.
Lamba hevur 29 merkur, men 7 1/4 mørk hoyrdu til Útbøgarðin í Søldarfirði, og nú eru fleiri bøndur í Lamba, so ein má siga, at bóndaarbeiðið hevur eyðkent bygdina, eisini hevur útróður verið ein partur av lívsuppihaldinum.
Tey gomlu húsanøvnini í Lamba eru: Úti á Kinn, Niðri í Bønhúsmørk, Heimi við Hús, á Fløtunum, í Gerðinum, í Dalinum, á Byrgisheygnum og undir Lyngbrekku.
Lamba fekk skúla í 1922. Í dag verður hann nýttur til menningartarnað, og eisini verða gudstænastur hildnar har.
Prestagarðurin fyri Glyvra prestagjald er í Lamba. Í 1801 vóru 22 fólk í Lamba, í 1901 vóru 65, og nú eru 130 fólk í bygdini.

Søldarfjørður:
Søldarfjørður er ógvuliga gomul bygd, onkur hevur hildið, at fjørðurin í fyrndardøgum hevur Søldarfjørður. Øll kenna vit søgnina um Skjeggja og Sølda, brøðurnar, sum búðu í Søldarfirði. Eftir trúbótina hoyrdi øll festijørðin í Søldarfirði til Lambagarð, men í 1712 festir versonur táverandi bóndan í Lamba 12 merkur og búsettist Heimi á Bø í Søldarfirði.
Søldfirðingar høvdu langan veg til útróður, men tað var nógv sildadrift í Søldarfirði. Handil kom í bygdina í 1897, tá Hans Petur Weihe (1868-1953) ættaður av Selatrað byrjaði at handla, kona hansara, Anna Kjærbo var ættað úr Sumba. Hetta gjørdist ein miðdepil, tí brúgv var niðanfyri handilin, og postbátarnir løgdu at har, so har komu fólk allastaðni frá at bíða eftir rutubátunum.
Turkihús varð bygt, og fiskastykkið var eisini omanfyri. Eftir kríggið var ein kafe, har fólk kundu fara inn og keypa sær ein kaffimunn. Frá 1935 hevði Petur Danielsen eisini handil.
Í 1932 var tann stóra vanlukkan, sum rakti Søldarfjørð so ómenniskjansliga hart, tá sluppin IMMANUEL gekk burtur á Suðurlandinum. Søldarfjørður var ein bygd við 33 húsum tá, og tíggju menn í bestu árum fórust, so í Søldarfirði vóru átta einkjur og 27 faðirleys børn. Tí verður ofta sagt, at bygdin steðgaði upp í 20 ár.
Brøðrasamkoman bygdi samkomuhúsið ELIM í 1920, tað varð vaksið í 1936, og í 1992 varð nýggjur salur bygdur.
Missiónshúsið BETHEL varð bygt í 1936, og Søldarfjørður fekk bønhús í 1986.
Søldarfjørður var fyrsta bygd í táverandi Nes Sókn, sum fekk skúla, hann var vígdur 9 des. 1890. Í 1956 varð nýggjur skúli bygdur, og í 1992 varð bygt afturat tí skúlanum.
Í Søldarfirði vóru 31 fólk í 1801, í 1901 vóru 89, og nú eru 339 fólk í bygdini.

Skipanes:
Skipanes er niðursetubygd frá 1841. Tað var Jacob Niclassen (1792-1879) ið var ættaður úr Jógvanstovu á Skála og Súsanna Maria Joensdatter (1798-1873) ættað úr Steikarhúsi í Havn, sum vóru fyrstu niðursetufólk á Skipanesi.
Sum navn er Skipanes ógvuliga gamalt, tí søgnin sigur, at Tróndur í Gøtu goymdi skipaflotan við Skipanes, ella hevði hetta nesið inni á Skálafjørðinum til vetrarhavn, so helst er navnið komið av skipunum hjá Trónda í Gøtu. Neyst er á Skipanesi, sum eitur Tróndarneyst, ið sipar til hesa søgn. Jacob Niclassen var skjútsskaffari, tað vil siga, at hann skjútsaði fólk um fjørðin, annars var trøðin høvuðsvinnan hjá traðarmonnum tá í tíðini. Eisini var nógv sildadrift á Skipanesi, og Jóan Frederik Skibenæs, sum eisini hevði handil, keypti sild til útflutning, so tað var nokk so fitt av arbeiði til tíðir á Skipanesi.
Andrias Skipanes, sonur Jóan Frederik, handlaði aftaná pápan. Í 1901 vóru 32 fólk á Skipanesi, og nú eru 52 fólk í bygdini.

Í Skálafirði
Skálabotnur ella Skaalebugten, sum tað onkuntíð verður skrivað, er tann elsta niðursetubygdin í Føroyum, vilja menn vera við. Í 1630 verður bygdin bygd av nýggjum, tí tað sigst hava verið tekin um, at fornir bústaðir hava verið í Skálafirði. Ein søgn er um eitt handilsskip, sum í 1687 lossaði við úti á Glyvrum. Skipið dreiv á land úti í Saltangará í einum ógvusligum illveðri og gjørdist vrak. Søgnin sigur víðari, at tríggir menn flýddu av skipinum, men vóru tiknir í Skálabotni og avrættaðir har. Teir skulu vera grivnir í heygnum, sum eitur Kurlendingaheyggjur. Tað hevur verið nógv sildadrift í Skálafirði. Tað, sum bygdin nú er kend fyri, er samkomuhúsið Keldan, sum hevur stórt virksemi, bæði innan ungdómsarbeiði, festivalar og tað, sum hoyrir til eitt slíkt hús. Eisini er ein privatskúli fyri børn. Í 1801 vóru ? fólk í Skálabotni, í 1901 vóru 19 fólk, og nú eru 101 fólk í bygdini. Skálabotnur kom upp í Runavíkar kommunu 01.01.2005.

Skála:
Skála er eisini aldargomul bygd. Søgn er, at í 1550 varð kirkjan, sum tá stóð við Prestá, tikin av áarlopið. Søgnin sigur, at altargongd var í kirkjuni henda dagin. Undir gudstænastuni kom ein hundur goyggjandi inn í kirkjuna, og hann gavst ikki at goyggja, fyrrenn maðurin, sum hundin átti, fór við honum á dyr. Løtu seinni leyp Prestá, og áarlopið tók bæði kirkju og kirkjufólk við sær. Í 1903 varð bedingin tikin í nýtslu, og í 1962 byrjaði Skála Skipasmiðja at smíða stálskip. Í 1979 varð turrdokkin tikin í nýtslu. Tá ið turkihúsið varð tikið í nýtslu seinast í fimtiárunum (1958), var arbeiðið til allar hendur, og komu fólk úr nógvum bygdum í Eysturoynni til arbeiðis á Skála, og eisini Skipasmiðjan hevur verið eitt sera stórt arbeiðspláss og hevur givið arbeiðið til eina mongd av fólki. Í 1965 fær Skála egnan lækna, og kirkjan á Skála er bygd í 1940. Í 1801 vóru 67 fólk á Skála, í 1901 vóru 117 fólk, og í dag eru 649 fólk á Skála. Skála kom upp í Runavíkar kommunu 01.01.2005.

Funningsfjørður:
Funningsfjørður er niðursetubygd frá 1812, men í 1834 eru eingi fólk í Funningsfirði. Í 1840 eru tvær familjur í bygdini, og síðan tá er altíð fólk í Funningsfirði. Í 1902 varð ein hvalastøð bygd í Funningsfirði. Hin 19. juli 1911 fór skonnartin "Telefon" á land í Leirvík og gjørdist vrak, hon var lastað við koli til hvalastøðina í Funningsfirði. Longu í 1913 var hvalastøðin niðurløgd. Í Funningsfirði róðu teir út á Norðhavinum, eisini var nógv sildadrift í Funningsfirði. Funningsfjørður fekk nýggjan skúla í febr. í 1989. Funningsfjørður er einasta bygd í Runavíkar kommunu, sum er hvalvág. Í Funningsfirði vóru 18 fólk í 1901, og nú eru 55 fólk í bygdini. Funningsfjørður kom upp í Runavíkar kommunu 01.01.2005.

Funningur:
Funningur er ein av teimum heilt gomlu bygdunum í landinum. Hon verður nevnd í sambandi við, at Grímur Kamban kom til Funning í ár 800. Í 1690 verður ein kirkja tikin niður, sum sigst at vera tann fimta á sama staðið. Hetta verður gjørt, tí nýggj kirkja skuldi byggjast tá. Eisini í 1847 verður nýggj kirkja bygd, hon varð vígd 11. oktober 1847.
Vegurin millum Funning og Funningsfjørð verður tikin í nýtslu 18 des. 1957. Hesin vegur stytti túrin millum bygdirnar, frá 40 km. niður í 6 km. Johannes Poulsen (Jóannes Vísi) í Funningi gjørdu fyrstu klokku í Føroyum(í 1807). Tá ið hann var deyður, setti dóttir hansara gravskrift á grøv hansara, á steininum skuldi standa: “Her under hviler støvet af Johannes Poulsen, han var den første urmager her på øerne.” Hetta skuldi vera fyrsta gravskrift í Funnings kirkjugarði.
Í 1801 vóru 57 fólk í Funningi, í 1901 vóru 146, og nú eru 65 fólk í bygdini. Funningur kom upp í Runavíkar kommunu 01.01.2009.

Oyndarfjørður:
Oyndarfjørður er eisini ein av teimum aldargomlu bygdunum. Hon er nevnd í Hundabrævinum frá seinnu helvt av 1300-talinum, har verður sagt, at Oyndarfjørður kann hava tveir hundar. Garðshorn í Oyndarfirði, sum var 11½ mørk, varð tikin til próstagarðin í 1557, t.v.s. at Garðshorn var løn hjá próstunum, har sótu uppsitarar og røktu garðin. Í 1838 varð Oyndarfjarðar kirkja vígd. Oyndarfjørður fekk skúla í 1877, sum fyri ein part varð fíggjaður av Peter Bech, sum handlaði í Klaksvík men hevði úthandil í Oyndarfirði. Tað verður hildið, at fyrstu ferð klippfiskur kemur upp á tal, er í einum roknskapi hjá Clement Høgnesen í Oyndarfirði, sum hevði selt klippfisk til Klaksvíkar í 1859. Í dag er flakavirkið Greipan í Oyndarfirði. Í 1801 vóru 75 fólk í Oyndarfirði, í 1901 vóru 199, og í dag eru 162 fólk í bygdini. Oyndarfjørður kom upp í Runavíkar kommunu 01.01.2005.

Elduvík:
Elduvík er eisini ógvuliga gomul bygd. Í 1623 verður hon nevnd í sambandi við, at eitt enskt skip lá út fyri Elduvík, og menn vóru farnir í land og høvdu smittað fólk við eini ringari sjúku, so ein sótt fór at ganga.
Hin 8. febr. 1919 sleipaði ein enskur trolari bátin "Ognarbáturin" frá Elduvík. Ódnarveður var, og báturin fórst, og 6 av teimum 8 monnunum doyðu.
Hin 6. nov. 1941 dreiv ein mina á land í Elduvík, og 15 hús fingu álvarsligan skaða. Í 1952 fekk Elduvík nýggja kirkju.
Í 1801 vóru 59 fólk í Elduvík, í 1901 vóru 124, og nú eru 27 fólk í bygdini. Elduvík kom upp í Runavíkar kommunu 01.01.2005.
Tað kvøldið, sum henda framsýningin um bygdirnar í kommununi lat upp, talaði Kári P. Højgaard, løgtingslimur um farnar tíðir, og ein partur av kirkjukórinum á Glyvrum sang. Tað vóru eini 90 fólk í Forna hetta hugnaliga kvøldið.

SKIPARASKÚLIN (2009)

Poul Nicolaj Danielsen (1859-1943) var føddur í Nólsoy. Hann og konan, Kristina settu búgv í Heiðunum í 1893, har hann byrjaði at hava skiparaskúla í sínum egnu húsum. Henda framsýning kom í lag, tí í hesum ári vóru tað 150 ár síðan, Poul Nicolaj varð borin í heim. Hann hevði gingið á skiparaskúla niðri á Bogø og tók prógv í 1883. Frá 1892 varð loyvt at taka prógv í Føroyum, so tá varð byrjað við føroyskum privatskúlum. Hans Djurholm (1877-1951) á Glyvrum, hevði gingið upp á skúla hjá Poul Nicolaj og tók prógv umborð á "Guldborgsund". Hann tók skiparaskúlan eftir hann, hetta var veturin 1903/04. Hesin skúlin helt fram til veturin 1927/28; 131 menn tóku prógv frá skúlanum hjá Djurholm. Frá 1892-1906 kravdist bert 2-ára siglingstíð, men eftir 1906 var tað 3 ár. Í 1925 fóru teir eisini at taka longdina, tí tá byrjaðu teir at sigla uppá Grønland. Til skiparaprógvið vóru 9 karakterir, hægsti var 7, og lægsti var 3.
Mánadagin 2. mars 1914 lá verjuskipið "Beskytteren" inni á Kongshavn, og skiparanæmingar hjá Hans Djurholm skuldu upp til roynd. Henda roynd varð hildin í skúlanum á Glyvrum, sum tá var tvey ára gamal. Hurðin var opin, so øll, sum vildu, kundu koma inn og fylgja við próvtøkuni. Í skipsdagbókini stendur. Chefen, næstkommanderende og præmierløjtnanten gik i land som eksamens kommission. Teir, sum tóku prógv henda dagin, vóru:
1. Napoleon Jacobsen, Glyvrar, f. 05.04.1890
2. Joen Hendrik Hans Frederik Olsen, Gøtugjógv, f. 11.07.1890
3. Magnus Salomon Olsen, Rituvík, f. 28.06.1890
4.Samuel Peter Esbern Martin Olsen, Søldarfjørður, f. 18.08.1891.
Vit høvdu eisini eina framsýning um "Guiding Star", sum Mourits Niclassen á Glyvrum átti. Í hesum sambandi tosaði Jóannes Niclassen, sonur Mourits, um pápa sín og virksemi hansara, hetta kvøldið, sum framsýningin lat upp. Eisini tosaði Bjarni Djurholm um abba sín Hans Djurholm, og Maria Jacobsen tosaði um Poul N. Danielsen. Bill Justinussen og Eyðun Jacobsen spældu upp á guitar og sungu. Sum altíð eitt framúr hugnaligt kvøld.

BAKKAFROST (2010)

Árið 2010 varð eitt serligt ár hjá virkinum Bakkafrost á Glyvrum, tí hetta árið varð Bakkafrost kosið til ársins virki, og eisini vóru teir skrásettir á Oslo Børs.
Hetta var orsøkin til, at vit gjørdu eina framsýning um Bakkafrost. Framsýningin snúði seg um, at lýsa virkið frá tí gomlu tíðini til dagin í dag.
Synirnir hjá Rasmus á Glyvrum (1866-1931) høvdu virkið P/F Ryggur saman við pápanum. Teir bygdu Íshúsið í 1912 og Turkihúsið nakað seinni. Teir turkaðu fisk og seldi hann til Italia, Portugal, Brasilia og Spania. Í 1957 var tíðin at turka fisk liðug, og vinnuvegurin var at gera flakavirkir. Í 1966 byrjaði næsta ættarlið, brøðurnir Hans, Róland og Martin Jacobsen, sildaframleiðslu á Bakka. Í 1979 var farið undir at framleiða úr svartkjafti og í 1979 varð eisini farið undir alivirksemi á Skálafjørðinum, seinni eisini í Sundalagnum og á Lambavík. Í 1987 varð Kassavirkið bygt á Glyvrum, og í 1989 varð Bakkafrost útbygt til innfrysting av makreli. Í 1995 varð útbygt til framleiðslu av laksi til liðugtvøru. Hetta árið varð eisini byrjað at framleiða smolt, og smoltstøðin á Glyvradali varð bygd. Virkið var útbygt í ár 2000, 2003 og 2006, sum nú framleiddi laksaportiónir. Eftir at fleiri alifeløg vóru farin á húsagang í 2005, vórðu aliøkini í Norðoyggjum og smoltstøðirnar lagdar saman við Bakkafrost. Regin Jacobsen varð stjóri í hesum nýggja samtaki. Í 2009 var alifelagið Vestlax lagt afturat, og nú framleiddi felagið 30.450 tons av kruvdum laksi og framleiddi eini 12000 tons av laksi til portiónir.
Í mars 2010 varð Bakkafrost børskrásett á Oslo Børs, og tá vóru einir 1300 partaeigarar í felagnum. Hesir eru úr 17 ymiskum londum, tó er framvegis helmingurin av partabrøvunum ogn hjá føroyskum partaeigarum, og eini 20% av "gomlu eigarunum."
Tað kvøldið, sum framsýningin lat upp, var sum altíð ein lítil samkoma, har Magnus Rasmussen, borgarstjóri segði nøkur orð, og Hans Jacobsen, fyrrv. stjóri í Bakkafrost greiddi frá virkinum gjøgnum árini. Terje Vestergaard saman við øðrum hevði sang og tónleikaframførslu. Eitt av teimum stak góðu og hugnaligu kvøldunum í Forna.

ÆTTARGRANSKING (2011)

Ættargransking hevur verið í húsinum síðani veturin 1989/90, og tí hildu vit, at ein framsýning átti at verða gjørd. Hendan framsýningin er gjørd á tann hátt, at næmingarnir løgdu sítt arbeiðið fram, sum teir hava gjørt, summir í gjøgnum fleiri vetrar. Hetta varð rættiliga áhugavert, og fevndi framsýningin um nógv skrivað tilfar, myndir, skjøl og ættartalvur, sum vóru ymiskar í útsjónd, summar hondskrivaðar og summar gjørdar í teldu. Fyri fólk sum hava áhuga í ættargransking, er hetta ein sera spennandi framsýning.

Fiskiarbeiði

Hendan framsýningin var um fiskaarbeiði umborð og uppi á landi, og fevnir nógv um slupptíðina.