Forsíða Nýtt Framsýningar Søga Keraldið Login

Fastar Framsýningar

Klæðir

Í tí fyrsta rúminum í Forna eru gomul klæðir av ymiskum slag. Millum annað fyrsti messuhakul og ein dópskjóli frá 1862. Eisini eru føroysk mannfólkaklæðir frá 1860.

Roykstovan

Í roykstovuni í Forna eru allir teir ellstu lutirnir hjá Savninum. Av húsarhaldslutum eru alt frá kirnum í fleiri sniðum, til stampar og osta formar og ikki minst vaflujarni sum Nólsoyr Páll keypti til dóttrina. Eisini kunnu síggjast træsmiðjuamboð, fiskaamboð og eisini rokkur og fótarokkur og mangt annað.

Stovan

Á loftinum eru fleiri rúm. Har er ein stova við møblum frá 1874 og ein bileggarovnur frá 1772. Eisini er ein gomul grammofon og fleir lutir frá fyrru helvt av 1900.

Handilin

Á loftinum er eisini ein handil við skivu og skuffudiski frá 1935. Handilin er frá Peter Danielsen í Søldarfirði. Her eru nógv áhugaverdir lutir, til dømis, ein petroleums pumpa, stórir mjólkadunkar, ein kaffimylla frá 1840 og nógvir aðrir lutir.

Kamar

Eisini er eitt kamar við eini gamlari uppreiddari song, ein vøgga frá uml. 1775, servantur við servantustelli. Hetta er líkt einum kamari frá gamlari tíð.

Køkurin

Ein lítil køkur er, við kolkomfýri, og ein bakarovnur við primus undir, ein jarnketil frá um ár 1800, eitt góðaráðjarn við longum skøftum og nógvir vanligir lutir ið vóru nýttir í køkinum.

Eisini er eitt rúm við amboðum hjá Einar Djurhuus, sum var lækni í næstan 40 ár í Heiðinum. Úti á gongini á loftinum er eitt sera vakurt Bornholmarur sum Einar Djurhuus hevur átt.

Framsyningar

Klæðir
roykstovan Roykstovan
Stovan
Handilin
Kamar
køkurin