Forsíða Nýtt Framsýningar Søga Keraldið Login

Minningarhald við Minnisvarðan í Søldarfirði 1/11-2023

"2. oktober í ár vóru tað 40 ár síðan, at hesin minnisvarðin var reistur. Tað vóru eldsálir í og úr bygdunum Søldarfirði, Skipanesi og Lamba, ið tóku stig til at savna pening inn, og fáa hann gjørdan. Tað var Frithjof Joensen, ið gjørdi minnisvarðan. Dávur Jacobsen gjørdi økið rundanum. Steinsetingin er frá gamla fiskastykkinum omanfyri hjá Weihe.

Tey, ið mannaðu minnisvaranevndina vóru:
Martin í Grund, formaður, Søldarfjørður
Maria Jacobsen, næstforkvinna, Glyvrar (úr Søldarfirði)
Rutt Rasmussen, Søldarfjørður
Lena í Byrgi, Søldarfjørður
Gunnleyg Poulsen, Skipanes
Karolina Johansen, Lamba

Tað var Tummas í Holusteini, ið avdúkaði minnisvarðan og Lena í Byrgi, ið avdúkaði pláturnar. Jákup Kass helt sjálva vígslurøðuna.
Tað er ikki so løgið, at ein minnisvarði yvir sjólatnar er reistur her. Serliga er tað hendingin við Immanuel í 1932, sum setti djúp spor her. Og upprunaliga ætlanin var, at minnisvarðin skuldi vera liðugur í 1982, tá júst 50 ár vóru liðin síðan syrgiligu vannlukkuna.
Sjálvur havi eg, mær kunnugt, ikki beinleiðis forfedrar, ið fórust á sjónum. Men við Immanuel mistu tvær abbasystrar mannin, og annar teirra var ommubeiggi mín, og eina annar ommubeiggi slerdi út seinni, og hann var abbi til Siggu, konu mína. So tað er ríkiliga tætt uppá.
Nú eitur hetta, sum vit eru saman til í morgun, eitt minningarhald. Har vit ynskja at minnast.
Vit hava eitt, vit kalla Minnismáltíð Harrans, ið stavar frá heiløgu kvøldmáltíðini í forðum. Har biður Jesus, Frelsari okkara, okkum minnast seg við breyði og víni. Hann tekur kanska tað mest einfalda, ið er til, nevniliga eitt sindur at eta og eitt sindur at drekka, og tað eru tekinini, vit skulu minnast hann í gjøgnum. Hetta kunnu øll í verðirni, allastaðni fyrihalda seg til. Ein kundi saktans hugsa sær, at tað var okkurt meira forkunnugt, ið so vildi verið trupult hjá so mongum ymsa staðni í heiminum at fata. Ella hugsa tær, um eftirfylgjarar Hansara valdu at tiga tað burtur av berari sorg. Hvar vóru vit so í dag. Tað rennur kalt niður eftir rygginum, bert at hugsa tankan. Og fleiri okkara minnast hetta hvørja viku, onnur einaferð um mánaðin, uppaftur onnur okkurt heilt annað. Orðið sigur: At so ofta tit gera tað, geri tað til minni um Harran Jesus. At minnast á henda hátt, knýtir okkum saman, ið eru felags um tað, og ikki minst, so knýtir hetta okkum tættari at honum, ið vit minnast. Og vit ynskja at minnast, tí vit hava so ómetaliga nógv at vera Honum takksom fyri.
Men fara vit til ta tíðina, tá flestu av hesum monnum er farnir, og enntá langt upp í okkara tíð, tá var terapiin soleiðis sett saman, at best var at gloyma. Tað havi eg hoyrt so mangan, eisini í frásøgnum her á landi, bæði í sjónvarpi og útvarpi. Ongin skuldi, ella vildi, tosa um tað, ið hent var. Hildið var (kanska) at tíðin lekti øll sár, og skjótari, um man tagdi tað burtur. Serliga var tað børnini, ið skuldu “sparast”. Mangan til óbótaligan skaða.
Tað gjørdi, at ikki bert hendingin bleiv gloymd, men eisini persónarnir í hendingini í stóran mun.
Eg haldi vit eru komin longur í dag. Millum annað, haldi eg, at allir minnisvarðarnir kring landi vísa okkum tað. Vit minnast nógv betur um vit tosa um tey, ið vit ynskja at minnast. Og enn betri tá vit gera tað saman við øðrum. Tá gerast tey, vit minnast, ein størri partur av okkum, og sárið kann blíva eitt vakurt arr, heldur enn eitt stórt innvortis sálarsár, ið nívir hart, men ongin sær tað, og tí kanska heldur ongin tekur hond um tað.
Vit syngja eisini um hetta í sanginum “Eg minnist úr gomlum søgum”, Latið ei søguna doyggja, goymi hana so væl, í dreingja sinni og moyggja hon mikið útrætta skal. Men havast skal í huga, at tær søgurnar eru oftani um tað góða, ið vert er at minnast. Sagt verður jú mangan, at søgan er skrivað av teimum sigrandi, og tí eru tað mangan bert brøgdini, ið yvirliva søgurnar “sensur”. Rest verður annaðhvørt tagt burtur, ella er ongin eftir at siga frá um hina síðuna av søguni, og tá doyr hon.
Vit skulu eisini minnast, fyri at halda lív í vónini um at hittast aftur. Jú meira vit hugsa um tey, ið farin eru, jú meira leingjast vit eftir at hitta tey aftur. Og tað er ein vón, sum vil nakað, sum skrivað stendur, tá Paulus skrivar um tey, ið sovnaði eru: Vit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga. Tá verður tað ikki bara ein tóm sorg um stóra missin, men tá kunnu vit í staðin gleða okkum til aftur at hittast.
Men inntil tann dag, skulu vit liva her, hvør sítt tilmálda tíðarskeið. Og tá er gott at eiga ein Harra at halla sær at. Hann sum sjálvur hevur sagt, at Hann vil verða við okkum heilt til ytstu endar jarðarinnar og eisini heilt til enda tíðarinnar. Og Hann er mentur at halda síni lyfti, tí vit lesa eisini í Orðinum, at Hann er mentur at gera meira enn alt, og tá kunnu vit spyrja okkum, hvat er tá ikki við.
Og so leingi vit liva her kunnu vit minnast. Og lat okkum eisini gera tað. Tað er virðing fyri teimum, ið undan eru farin. Og teimum ynskja vit at vísa virðing.
Til seinast, áðrenn kransur verður lagdur, kunnu vit gleðast um at tað er ongin føroyingur deyður í yrki sínum á sjónum hetta farna árið."

- Ragnar Sundstein




Minnisvarðin í Søldarfirði

Hin 2. oktober 1983 varð minnisvarði reistur í Søldarfirði fyri sjólætnar í bygdunum í Søldarfirði, Lambareiði og Lamba. Hetta byrjaði soleiðis, at Martin í Grund kom inn á gólvið hjá mær ein dagin. Hann spurdi meg, um tað ikki var eitt gott hugskot at gera ein minnisvarða í Søldarfirði. Vit høvdu onkuntíð tosað um, at onkur av einkjunum hevði sagt, at tær høvdu ynskt, at tær høvdu eina grøv at fara til, so vit høvdu havt hetta uppi og vent. Men henda dagin spurdi hann meg, um vit ikki skuldu fara at royna at fáa ein minnisvarða upp at standa. Eg var beinanvegin við uppá hetta, so Martin lýsti til ein fund í Søldarfirði. Hetta var hin 22 august 1981. Fundurin var í skúlanum og nógv fólk var samankomið og øll tóku undir við hugskotinum. Fólk vóru vald í nevnd, og tað vóru hesi:
1. Martin Olsen, í Grund, í Søldfirði, formaður,
2. Maria Jacobsen, næstformaður, Glyrvar,
3. Ruth Rasmussen, skrivari, Søldarfirði,
4. Leif Berg, Søldarfirði,
5. Helena Solmunde, Søldarfirði,
6. Gunleyg Poulsen, Skipanes,
7. Karolina Johansen, Lamba.

Eykalimir vóru:
1. Elmar Jacobsen, Søldarfirði,
2 Olaf Jacobsen, Søldarfirði,
3. Assved Djurhuus, Søldarfirði,
4. Frígerð Poulsen, Skipanes og
5. Harry Johansen, Lamba.

Fyrsti fundur hjá nývaldu nevndini var 27-08-1981. Allir limir møttu.
Tosað varð um fíggjing , har var mælt til at fara í húsini hjá áður nevndu bygdum leygardagin 29-08-1981. Vit løgdu ein brævbjálva inn við ynski at fólk kunnu styðja hesum tiltaki. Eina viku seinni, fóru vit aftur eftir brævbjálvunum, og tá ið uppgjørt varð, vísti tað seg, at hetta tiltak hevði givið kr. 25.320.- sum vit vóru sera takksom fyri.
Á fyrsta fundinum var eisini semja um at biðja listamannin Frithjof Joensen um at koma við uppskoti til varðan.
Hin 29.04.81 var fundur. Tað var á fundi, áðurnevndi peningur varð upptaldur. Tá varð eisini stig tikið at selja lutaseðlar runt um alt landið. Lutaseðlarnir blivu seldir frá 1. nov. í 1981 og árið út.
Tann 28 jan. 1982 var aftur fundur í skúlanum í Søldarfirði, har teir óseldu seðlarnir vóru upptaldir og uppgjørt varð, at selt var fyri kr. 248.300.- Hetta mettu vit verða eitt stórsligið úrslit. Nettovinningin settu vit inn hægstu rentu.
Á lutaseðlanum fýra góðir vinningar, har hin størsti var ein persónbilur, hann varð vunnin av einum manni úti í Hesti.
Á fundi 18.07.1983 varð avgjørt at hava ein basar. Hetta gekk væl og vit vórðu væl stuðlaði av fyritøkum og fólkum úr hesum nærliggjandi bygdum. Vit høvdu basarin fríggjakvøldið og leygarkvøldið 22. og 23. juli við tí úrsliti, at tað komu útivið kr. 65.000 inn.
Hetta gekk sera væl, undirtøkan var so góð, at tá ið liðugt var høvdu vit nokk pening til at gjalda bæði minnisvarðan, minnispláturnar og gerð av økinum uttanum. Gólvið ella túnið á minnisvarðaøkinum er grótið frá tí gamla fiskastykkinum í Søldarfirði, har sum einkjurnar arbeiddu fyri at fáa til lívsins uppihald. Tað var Adolf í Ovaragerði sum kom við tí hugskotinum. Martin í Grund eigur eina stóra tøkk uppiborna fyri tað stóra arbeiði sum hann legði í hetta, hann fekk tingini at henda og hann hevði nógv góð "forbindilsir", uttan hann hevði tað verið trupult at fingið alt í gjøgnum. Helena Solmunde (í Byrgi) avdúkaði pláturnar og Tummas Jacobsen á Glyvrum (í Holusteini) avdúkaði minnisvarðan. Tummas var beiggi til teir tríggjar brøðurnar í Niðaragerði sum fórust við "Immanuel". Frithjof Joensen í Klaksvík gjørdi minnisvarðan. Hann var biðin um at koma við uppskoti til, hvussu minnisvarðin skuldi síggja út og nevndin góðtók uppskoti sum sýndi tvey skip í havsneyð. Pláturnar hevur Helmuth Larsen myndahøggari í Havn gjørt. Økið uttanum minnisvarðin hevur Dávur Jacobsen í Søldarfirði gjørt. Tað var Jákup Kass, prestur sum vígdi minnisvarðan.

Manninigin á "Immanuel" var henda.
1. Sámal Jacobsen úr Niðaragerði, skipari, 29 ár. Eftir hann sat einkja og 2 synir.
2. Per Jacobsen, úr Niðaragerði, bestimaður, 37 ár. Eftir hann sat einkja við 6 børnun.
3. Jørgen Jacobsen úr Niðaragerði, 19 ár og ógiftur.
4. Georg Olsen, 30 ár. Eftir hann sat einkja og 1 dóttur.
5. Sámal Rasmussen, Uppi í Klova, 39 ár. Eftir hann sat einkja við 8 børnum.
6. Sámal Petur Solmunde uttan úr Byrgi, 25 ár. Eftir hann sat einkja við 3 børnum.
7. Sofus Solmunde, uttan úr Byrgi, 28 ár. Eftir hann sat einkja við 3 døtrum.
8. Anthon Solmunde, úr Byrgi, 21 ár og ógiftur.
9.Hans Andrias Hammer, innan av Sølfjarðafløtum, 19 ár og ógiftur.
10. Tummas Magnussen av Lygnesi, 28 ár og ógiftur.

Av Lambareiði fóru 2 mans.
Joen Karl Joensen, 47 ár. Eftir hann sat einkja við 5 døtrum.
Jørgen Joensen, 19 ár og ógiftur.
Jørgen var einasti sonur hjá Jóan Karl og Lisu Mariu, og má sigast at hetta var ein ræðuligur missur. Tað vóru bara 3 mans í bygdini, so tey mistu tveir triðingar av mannfólkunum.

Av Skipanesi var ein maður:
Sofus Jacobsen, av Grønuskriðu, 20 ár og ógiftur.

Innan Glyvur fóru 2 mans:
Didrik Djurhuus, 28 ár. Eftir hann sat einkja við 1 soni.
Poul Johannes Djurhuus, 16 ár og ógiftur.

Úr Syðrugøtu var ein maður:
Òli Poulsen, 23 ár. Hann var búsitandi í Søldarfirði. Eftir sat hann einkja við 3 børnum.

Úr Norðagøtu vóru 2 mans:
Óli Múller, 23 ár og ógiftur.

Hans J. Havstreym, 28 ár og ógiftur. Nevnast kann at hann var formaður í Føroya Fiskimannafelag, tá ið hann doyði.

Úr Vági var Jens Mohr Joensen, 35 ár og ógiftur. Hann var motorpassai.

Leggjast kann aftrat at "Immanuel" fylgdist við Vágssluppini "Lauru" og bæði skipini gingu burtur við mann og mús.
Aðrir menn á minnisvarðanum:
Karl Olsen av Heimbø, fórst við "Thulip" í 1904. hann var 25 ár og ógiftur.
Napoleon Isaksen,vanliga róptur Poli hjá Jákup Hendrikki, slerdi út á suðurlandinum í apríl mánaða í 1934 við "Marite". Hann var 21 ár og ógiftur.
Christian Jacobsen úr Niðaragerði, fórst í undanlandasigling við "Mariu Mærsk" 21 mars 1941. Hann var bróður til teir tríggjar úr Niðargerði sum fórust við "Immanuel". Hann var 31 ár og ógiftur.
Jens Kristian Hammer innan av Sølfjarðfløtum, hann fórst við "Tóra II" 7 september 1942, Hann var 26 ár og ógiftur. Hann var bróður Hans Andreas Hammer sum fór við "Immanuel".
Edmund Olsen í Grund, doyði niðri í Aberdeen við "Miðafelli" í 1948. Eftir hann sat einkja og ein dóttur. Hann var 26 ár, er grivin í kirkjugarðinum á Glyvrum.
Jens Rasmussen, vanliga róptur Jens uppi í Toft. Hann slerdi út av "Columbus" í Faksbuktini, langafríggjadag í 1949. Teir fingu líkið aftur beianvegin, og hann liggur grivin í kirkjugarðinum á Glyvrum. Jens var 44 ár og eftir hann sat einkja við 8 børnum.

Sofus Solmunde uttan úr Byrgi, varð tikin út av brimi í Brandal í Noregi í 1978, 30 ára gamal. Líkið varð ongatíð afturfunnið. Eftir hann sat einkja við trimun børnum.

Úr Lamba eru 4 menn á minnisvarðanum:
Emil Weihe úr Bønhúsmørk, sum doyði á báti á Bakkafjørðinum í Íslandi í 1905. Líkið varð ongantíð afturfunnið. Hann var 29 ár og ógiftur.
Sam Gaardlykke, róptur Sam í Gerðinum, doyði á Skálafjørðinum í 1922. Líkið varð ongantíð afturfunnið. Hann var 17 ár og ógiftur.
Michael Lamhauge, búsitandi í Klaksvík, slerdi út av sluppini "Phebe" í 1922, 43 ára gamal. Eftir hann sat einkja við 6 børnum. Líkið kom ikki aftur.
Edvard Lamhauge, undir Lyngbrekku, doyði við "Alduni" í 1940, 33 ára gamal. Eftir hann sat einkja og ein dóttir.

Tað varð Jákup Kass, prestur sum vígdi minnisvarðan, annars talaði Dávur Jacobsen og Martin Olsen eisini, men tær talirnar eru ikki til. Men tað var stórt borðhald í skúlanum og har vóru nógvar talur. Eg eigi tað fyrstu, hana helt Martin í Grund og tað seinastu sum eg sjálv helt, og tær báðar talirnar koma her.


Vit minnast teir við takklæti

Eftir at minnisvarðin í Søldarfirði var vígdur, helt Martin Olsen, býráðformaður, hesa røðu á hátíðarhaldinum í skúlanum:
Tá ið eg var smádróngur, var tað ofta, at tá bygdamenn okkara fóru til skips, só vóru teir fleiri, ið fóru við sama skipi. Hetta førdi við sær, at teir livdu tættari saman og harvið blivu heimini meira samansjóðaði og fagnaðurin størri, tá góð tíðindi frættust ella allir komu frískir aftur við góðum fongi. Men eg minnist eisini, tá teir blivu heilsaðir við eymum favntaki og kossi, tá skilnaðarstundin kom og leggjast skuldi út á havið. Tá var mangt eygað vátt. Her hugsi eg serliga um kvinnurnar og børnini. Telefonsamband var onki og ofta var tíðin long at bíða, áðrenn fólk á landi fekk at vita, hvør ella hvørjir blivu eftir har úti.
Tað størsta myrkur, ið hevur lagt seg yvir Søldarfjørð og sum tíverri rakti aðrar við, var tá sluppin "Immanuel" á vári 1932 bleiv burtur við 19 monnum. Førarin var higani og hartil níggju mans í besta aldri. Av Skipanesi fórst ein, av Lambareiði faðir og sonur, úr Gøtu fórust tríggir, hvar tann eini hevði konu higani. Tveir fórust Innan Glyvur, annar teirra hevði konu higani, og tann eini var úr Vágs bygd, sum óivað somu nátt misti níggju aðrar synir við sluppini Lauru. Sum flest ellum kunnugt hoyrdu sluppirnar "Laura" og "Immanuel" heima í Vági og fórust báðar helst somu nátt í aðru viku av apríl skaðaárið 1932. Jóansøkan, ið skuldi verða hildin í Vági hetta árið, bleiv av ongum vegna henda stóra sorgarleik.
Tey flestu av nøvnunum á talvunum, ið hoyra til minnisvarðan, stava frá sorgarleikinum, tá "Immanuel" gekk burtur, men onkur er farin áðrenn og aðrir siðani.
Hóast tað ræðuliga kríggið kom, hvar alt bleiv myrkalagt, vitarnir blivu sløktir, minufeltir útløgd og ófriður ráddi bæði á landi, í luftini, á sjónum og undir vatninum, so skuldi fiskast og fiskur førast til Bretlands eisini í tí baldrutu vetrartíð fyri at bjarga Føroya fólki undan hungur og halli.
Tað var ein døpur tíð, ið hesar bygdir eisini føldu sviðan av, eitt nú Lambi og Søldarfjørður, sum harumframt misti ein mann, ið fórst av krígsávum í uttanlandasigling í bestu árum.
Á talvunum eru 30 nøvn yvir sjólætnar. Teir eru farnir á ymiskan hátt, men felags fyri teir allar er, at havið tók teir frá okkum, men vit vilja minnast teir við takklæti fyri ta tíð, okkum untist at vera saman við teimum.
Tí vil tað vera vón okkara til tann, ið gevur lívið, at sálir teirra hava fingið náði og at misbrot teirra eru strikaði. So er bert tað lítla eftir, ið vit kunnu gera, og tað er at fjálga um staðið, ið er vígt teirra vegna.


Ein tóm bygd at koma aftur til

Tá minnisvarðin yvir sjólætnar varð vígdur í Søldarfirði, helt Maria Jacobsen, limur í minnisvarðanevndini, hesa røðu:
Nú eru vit komin til endan á hesum borðhaldi, og her eru so nógv góð orð søgd, at tað er óneyðugt at siga meira. Eg skal bara leggja nøkur fá orð aftrat. Nú er so minnisvarðin reistur yvir okkara sjólætnu her í bygdunum. Hetta arbeiði, sum hevur staðið uppá gott tvey ár, er til enda komið, og vit halda hetta verða ein stóran dag.
Eg haldi, flest allir føroyingar hava serligar kenslur fyri okkara sjófólki. Í einum landi sum okkara, har lívæðrin í vinnulívinum er sjógvurin, ræður um at eiga nógv og gott sjófólk, og tað haldi eg, vit eiga. Føroyingar bera orð fyri at verða sera dugnaligir sjómenn. Havið hevur givið okkum nógv. Tað er tað stóra rikidømi í havinum, sum ger tað, at okkara lítla land kann roknast fyri eitt tað besta at liva í, í dag. Men hevur verið lagt nógv uppá land úr havinum, so hevur havið eisini tikið frá okkum, ofta tað besta og kærasta vit áttu á jørðini.
Nú hevur verið nógv tosað um tað ræðuligu vanlukku, sum rakti heimbygd okkara í 1932, tá ið »Immanuel« gekk burtur á heimleið úr Íslandi. Sjálv minnist eg tað ikki, tí eg eri ikki fødd fyrrenn í 1940. Men eg vaks upp hjá einari av einkjunum, so ein kann siga, at eg livdi nær uppat teimum, sum tað hevði rakt, og tað bleiv tosað um hetta viðhvørt, og tað veit eg, at fyri mammu var tað alla hennara livitið sum eitt opið sár, sum aldrin lektist aftur. Tað slerdi meg so, táið Adolf segði, at tað var ein tóm bygd at koma aftur til, og tað var júst tað, tað var. Allir hesir menn, ið bestu árum, sum ikki vóru til meira. Men eg hugsaði við mær sjálvum, meðan eg sat her, at fyri tey, sum avvarða allar hinar á minnisvarðanum, fyri tey hevur tað verið tann størsta vanlukkan, táið tey hava mist ein mann, son ella pápa, fyri hvønn einstakan sum slíkt rakar, verður tað tann størsta vanlukkan. Chr. Høj sigur so rámandi í hesum sanginum, sum hann hevur yrkt til vígsluna: Tá deyðans tegn yvir skúturnar legðist, stríðið var lokið, hvør lá eftirá, allir sum ein tá við lívinum hevði, goldið tann prísin várt hav leggur á. Ja, prisurin hevur verið høgur, sum havið hevur kravt, men tað hevur ikki tikið móti frá føroyingum. Eitt dømi um hetta er, at fleiri av synunum hjá hesum monnum sum standa á minnisvarðanum, eru ímillum okkara frægastu sjómenn. Føroyingar hava altið havt áræði at siglt viðari. Nú segði Dávur tað har heimi við minnisvarðan, sum eg havi hugsað um at siga, tað var um lutin hjá kvinnuni. Gerandisdagur hennara hevur mangan verið stríggin, verið einsamøll heima og knossast við alt arbeiði. Ta tiðina táið »Immanuel« gekk burtur, frættist einki frá skipunum.
Tað einasta varð at vóna og vænta, inntil eingin vón var meira, og hesar kvinnur, sum gingu einsamallar heima, noyddust at verða sterkar fyri at klára dagin og vegin. Tær noyddust at arbeiða og stríðast allan dagin og náttina við, bara fyri at fáa mat í munnin. Tað verður nógv arbeitt á okkara døgum, men ikki bara fyri føðina, eisini fyri at fáa so mangt annað. Tá var tað bara fyri at livbjarga sær. Ja, er tað nakar, sum skuldi verið heiðraður, so er tað hesar einkjur, sum hava verið sínum børnum bæði faðirs og móðirs stað. Tað munnu mangar bønir verða sendar upp til Harran av hjalparleysum kvinnum, og sum hava ásannað tað, at hann var einasta troystin og hjálpin.
Chr. Høj endar sangin við hesum orðum:
Sjálvur hann nevndi seg einkjanna uggi, og faðirloysingum faðir við lít. Einki er fjálgt sum hans veingjanna skuggi. Ei yvir lív várt ta signing oss sýt."

Tað vóru tveir sangir yrktir til vígsluna, tann eini varð yrktur av Chr. Høj á Strondum og hin av Martin Olsen í Grund í Søldarfirði.

"Nú samlast vinir og frændir at minnast
brøður og synir, sum havið tað tók,
sum ikki longur ímillum finnast,
tó goymdir eru hjartanna krók.
Pápar, sum vóru í birgastu árum,
ungmenni, valla fulltreystnaðir enn,
Sinnið tí fult av kenslum so sárum,
tungur var saknurin um hesar menn.

Skútan "Immanuel" legði frá landi,
við góðum treysti til Ìsland tað var,
bert tað skamma stund frá hon loyst var frá landi,
hon longu komin fiskileið var.
Dagarnir ganga við strevi og knossi,
men sunudagin tá binda teir frið.
Tá er tað røddin frá Golgata krossi,
íð verður borin tí skipsmannalið.

Skipið tað tyngist, og hýrurin lættist,
nú droymir manning um heimferð so brátt.
Skjótt frá kahútt til lugarið tað frættist:
"Vit fara heim, áðrenn tað myrkir av nátt."
Gleðisbrot síggjast úr eygunum glógva,
nú farast heim skal og til barn og til vív.
Gud havi lov fyri veiðina nógva!
Heim nú at koma, tað er annað lív.

Knørrurin "Laura" so reystur at síggja
eins og "Immanuel" komu í neyð.
Brotini tóktust at røkka til skýggja,
havódnin mikla boðar um deyð.
Tá deyðans tøgn yvir skútarnir legðist,
Stríðið var lokið, hvør lá eftirá,
allir sum ein tá við lívinum hevði
goldið tann prísin, várt leggur á.

Heima har ganga tær kvinnur og leingjast,
spyrja og fregnast, hvat man líða man nú?
Hjá barni lítla barni ei óttan kann steingjast:
"Góðasta mamma! Hvat heldur tú nú?"
Eygu tess full av tárum tey standa,
mamma so tíðum á knøunum bað:
"Harri, tú bjarga teim úr øllum vanda,
send tú teir aftur, so verða vit glað!"

Vónin er seglívað, vit ikki sleppa
treystinum, íð hini síggja er deytt,
Men dagur kom, tað var ikki at teppa,
tá vónin úr ræði varð sett.
Tá deyðans myrkur um bygdina legðist
-vónloysi tyngri enn deyðin hann er –
Um hesa løtu av onkun mær segðist,
svárari stund ikki minnist hann her.

Samkenslu vára teim øllum vit bera,
í minnisvarðanum her eiga lut.
Hollur í neyðini ein mundi vera,
tað mundi vera tann Harri og Gud.
Sjálvur hann nevndi seg einkjanna uggi
og faðirsloysingum faðir við lít,
Einki er fjálgt sum hans veingjanna skuggi.
Ei yvir lív várt ta signing oss sýt!

Chr. Høj.


"Teir blivu havsins synir,
íð fóru út á høv.
Ei komu heim sum hinir,
men fingu váta grøv.
Tí lagnan var so lagað,
at tíðin úti var
og havið vildi draga
til sín tað fermda far.

Ja, havið dregur mangan,
langt á djúpan sjógv
og nakrir verða eftir,
teir lendu ei á lógv.
Men minnini enn dvølja
hjá okkum heima her,
Teir vakna allir aftur
í eini aðru verð.

Men hamurin av nøkrum
heim í vígda jørð.
Í kirkjugarðum vøkrum
vit minnast teirra støv;
men varðans talvur minna
mest um tey eymu nøvn
íð drukku salta drykkin
og fullu so í svøvn.

Tó vónina vit hava
til Hann, sum birti lív,
at einaferð teir møtast
hjá børnum og hjá vív.
Tá verður eygað tornað,
íð fyrr so syrgið var.
Úløgd er lívsins gáta,
vit hava fingið svar.

Martin Olsen, í Grund, Søldarfirði.


Minningarløta fyri "Immanuel"

Hin 9. apríl 2007 vóru liðin 75 ár síðan vágssluppirnar "Laura" og "Immanuel" gingu burtur við tilsamans 38 monnum.
Tann 14. apríl var eitt minningarhald í Søldarfirði, har vóru um 200 fólk saman komin. Har vóru nógv góð orð søgd, tað vóru fleiri sum høvdu orðið, m.a. Óli Jacobsen og Sámal Petur í Grund, og aðrir, tíverri eigi eg ikki allar talarar, men eigi tvær sum eg skrivi her, tí tær eru viðkomandi fyri hendar sorgleik.

Maria Jacobsen segði soleiðis frá:
"Vit eru saman komin fyri at minnast, at tað eru 75 ár liðin síðani stóru vanlakkuna táið "Immanuel" og "Laura" gingu burtur heim á veg úr Íslandi, tað vóru 19 mans við hvørjum skipi, 38 menn tilsaman. Teir gomlu plagdu at siga, at tað hendi náttina ímillum 8. og 9. apríl í einum ræðuligum ódnarveðri.
Onkur hevur sagt, at seinasta skipið sum sá "Lauru" var sluppin "Vágbingur", tað var 7. apríl, teir sigldu framvið "Lauru" við Thorleifshøvd, hon var full av fiski. Hin 8. apríl tosaðu teir á "Expedite" við "Immanuel" vestanfyri Portland, hon hevði fulla last, umframt fisk á dekkinum.
Verfaðir mín, Napoleon Jacobsen á Glyvrum, plagdi at siga, at hann var sjálvum í Íslandi við "Sannu". Hann segði, at høvdu "Immanuel" og "Laura" havt radio og hoyrt veðurtíðindi vóru teir avgjørt ikki farnar at sigla heim. Tað vóru heilt fá skip sum høvdu radio.
Hesir sorgleikur mundi samansjóða bygdina, tað eru søgur um hvussu væl tey eintust, eisini á tí andaliga økinum, eg minnist frá mínum uppvøkstri, at møtir vóru hildin í turkishúsinum hjá Petur Weihe, har beinkir vóru tiknir úr salinum og eisini úr missiónshúsinum. og so fóru øll á møti í turkihúsinum. Kanska var tað, fólkið var nær í ætt og eisini tað hesin sorgleikur knýttu bygdafólkið saman og bygdu brýr um aðrar ósemjur.
Fólk hjálptu hvør øðrum, eg skal ikki siga so nógv um tað, tí tað hava aðrir gjørt. Eg minnist, mamma (Luffa) fortaldi fyri mær, hon undraði seg um, at onkur hevði sligið í gerðinum, tað var altíð áðrenn hini vóur uppi. Men ein morgunin var hon so ógvuliga tíðliga uppi, tá sá hon tveir menn fara við líggja avstað, hon kendi teir báðar, tað vóru Petur og Hans Jakku undur Lyngbrekku, teir vóru komnir inn úr Lamba, so slerdu eitt so mikið at tað var passaligt hjá teimum at hoyggja fy ri dagin. Soleiðis gjørdu teir, uttan nakað roks, so eingin skuldu vita nakað.
Einkjurnar sum stríddust fyri síni børn og síni heim , tær framdu avrik, hesar kvinnur sótu einsmallar sum forsyrgjarar. Tær høvdu kríatúr, kúgv summar høvdu seyð, tær settu niður epli, hoyggjaðu umframt alt tað sum varð gjørt til matna og klædna. Tær bundu skipstroyggjur at fáa mat í munnin, alt hetta stríðið varð fyri at yvirlivað.
Til seinast vil eg nevna nøkur orð við samband við mammu, tá íð eg sigið mammu, meini eg við Luffu fastur sum eg vaks upp hjá, tí hana havi eg altíð kallað hana mamma. Hon misti mannin við "Immanuel" og sat eftir við 8 børnum, tann elsti drongurin var bara 11 ár og tað yngsta barnið var reiðiliga ársgamalt. Gjøgnum hana veit eg um stríðið, vøkurnæturnar, óttan fyri børnunum og ongan at deila henda ótta við. Tað yngsta barnið hjá Luffu og Sámal var Sonja, sum var ársgomul tá pápin fórst. Tá tað var greitt at "Immanuel" ikki kom aftur, kom presturin á Nesi,Fibiger-Jemsen at vitja. Hann vildi so fegin troysta, og spurdi um tað ikki var okkurt , sum hann kundi gera fyri hana. Luffa segði, at hon var so kedd um, at ikki eitt av børnum varð uppkallað eftir pápanum. Tað vóru ráð fyri tí, helt prestur, og spurdi hennara ynskja hesum viðvíkjandi. Jú, Luffa kundi hugsa sær, at yngsta dóttirin Ingibjørg, ið var næstan tvey ár, hevði fingið navnið Sonja aftrurat, eftir pápanum Sámali.
Prestur segði at hann skuldi at royna at gera okkurt. Ikki vardi leingi, fyrrenn Fibiger-Jensen kom aftur inn til Luffu við einum kongabrævð´, sum segði, at nú æt Ingibjørg, Sonja Ingibjørg. Síðan kom hon at eita Sonja. Hetta gloymdi Luffa ikki presti.

Hon og Gustu fastur sótu onkuntíð og tosaðu. Eg minnist at mammu dámdi ikki sangin um Immanuel og Lauru, har stóð í einum ørindi nakað soleiðis: "Tær sluppir sukku í Ìslandshav, í stormi blant ódnarsjógvar, teir lótu har lív, hvør fann sína grøv, blant ótaldar gravir nógvar."
Tær vildu heldur hugsa um teir heima hjá Gudi.
Eg minnist tá íð vit arbeiddu við minnisvarðanum og vit seldu lutaseðlar um landi, luttøkan var ógvuliga stór og eg minnist, at vit tosaðu um hvussu nógar seðlar vit høvdu selt í Dali t.d. Tá minnist eg, at Maria hjá Martin í Grund segði, at tað var einki undarligt, tí Dalur græt um Søldarfjørð!
Mamma segði eisini, at Sámal, maður hennara skuldi verða heima at arbeiða á koyriveg, men hann lovaði skiparnum at kom ein túr aftrat, hann bleiv so hansara seinasti!


Dávur Jacobsen talaði um
Støðan í einum heimi sum hevði mist pápan

"Vit máttu øll hjálpa til í húsinum. Sum dømi um hetta byrji eg við biskuitkassanum. Mamma gjørdi mær fetil í kassan at bera kol frá vegnum niðri við missiónshúsið og niðan til okkara. Eg var tá umleið 7 ár og kundi á hendan hátt eisini gera eitt sindur av nyttu.
Maturin var ikki nógvur, men tó minnist eg ikki til at vit fóru svong í song nakrantíð.
Lea systir mín, minnist ilt aftur á rugmjølsgreytin. Tá einki var til matna, var tað rugmjølsgreytur. Vit, sum áttu mjólk, og tað áttu vit næstan altíð, fingu mjólk útyvir. Men Leu dámdi ikki mjólk. Tað lá til Niðaragerðisslagið, so hon fekk sirupsvatn í staðin. Lea minnist eisini, at tað hendi seg, at hon fór í song og visti, at tað var ikki breyð í húsinum. Hon fylgdi væl við og bar orð fyri at vera stúrin sum barn. Men tá vit komu upp um morgnarnar at fara í skúla var altíð okkurt til matna. Mamma fór tiðliga upp, so hon hevði bakað okkurt, ein drýl, ein pannudrýl ella okkurt tílíkt. So vit fingu altíð okkurt til matna, áðrenn farið varð í skúla. Eitt, sum nógv varð etið av, var rotaði seyðabein. Tað minnist eg væl. Vit tóku nakað av spiltum hoyggj, skavaðu tað upp av gólvinum í hoyggjhúsinum og løgdu beinini í hetta vána hoyggið. Tá tey høvdu ligið passaliga leingi, mátaliga rotin, so ullin var leys av beininum, vórðu tey strokin og vaskaði. Og so vórðu tey nýtt til bót í súpan og mjøl út í. Eini fýra til seks bein fóru í pottin hvørja ferð. Hetta hildu vit vera góður matur.
Meðan Johan Dávid, abbi livdi, manglaði ongantið døgurðamatur. Lea minnist, at hann hevði tunnu við grind og spik í hjallinum, sum vit fingu loyvi at taka av. Hann doyði bara alt ov ungur í 1933, bert 68 ára gamal.

Omman orkaði ikki fleiri jarðarferðir.
Lea minnist eisini dagin, tá ið abbi fór til gravar. Hon sá, at omma sat í trappuni í gongini hjá teimum. Tvær av døtrum hennara stóðu hjá henni. Hon var so ússalig, hon bønaði tær um at lata seg vera eftir. Hon orkaði ikki út á Glyvrar, har kirkjan og kirkjugarðurin vóru. Tær báðar systrarnar tóku kortini undir hvønn sín arm á henni. Tær mestsum bóru hana út og leiddu hana oman á koyrivegin.
Ei undur í, at hon var ússalig. Hon hevði mist eina dóttir, Elsu Mariu í 1924, bert 32 ára gamla.(Hetta var mama Leif) Hon doyði eftir at hava átt tviburðar. Annar var deyðføddur. Umleið 14 dagar seinni doyr Elsa Maria, og upp aftur triggjar vikur seinni doyr hin tvíburðin. Í 1932 missir hon tríggjar synir, og í 1933 doyr maðurin knappliga av blóðeitran. At síggja ommuna so veika setir seg í minnið á einum barni sum hjá Leu. Tað var ikki nóg mikið við tí. Í 1939 doyr sonurin Meinhard av tuberklum. (Meinhard var pápi Olaf og Jørgen) Eftir sat einkja við tveimum børnum. Og í 1941 doyr enn ein sonur, Christian, sum fórst við "Mariu Mærsk."
Eg haldi, at Sunneva omman var serliga góð við meg. Kanska tí, at eg æt eftir abba. Mangan rópti hon meg inn til teirra. Eg minnist serliga rómastampin, eg fekk frá henni. Kúgv høvdu bæði húsini. Tær stóðu í kjallaranum. Vit kallaðu tað í fjósinum, tá vit sópaðu.
Tilda fastur, sum var ógift, hevði seymistovu beint yvir fjósinum, so tað luktaði rættiliga illa uppi hjá henni. Hon róptu mangan á okkum, Leif og meg, tað vóru vit, ið sópaðu, at skunda okkum og at lata hurðina standa opna út í tún. Hetta hildu vit vera fjas, vit føldu ongan ringan lukt!

Fyrsti skúladagur
Mín fyrsta skúladag minnist eg sum í gjár. Eg fylgdist við Leif og Edmund í Grund. Tað kann verða nevnt her, at Leif var sonur Elsu Mariu, dóttir Sunnevu, sum doyði í 1924. Teir vóru fýra ár eldri enn eg. Eg gekk millum teir báðar eftir gomlu bygdargøtuni, vegur var eingin, heim til Húsar, og so niðan gøtuna í skúla. Eg minnist bara gott aftir á skúlaárini. Vit høvdu Helenu Bjarnadal til lærara øll míni skúlaár. Eg kann ikki annað enn rósa henni.

Vaskaðu í landi
Innanhýsis vóru tað mamma, Elmar og eg. Mamma bant troyggjur, vøttur og hosur, sum hon seldu í handlinum fyri at fáa nøkur oyru at keypa fyri. Elmar og eg skuldu so karða og spinna. Eg haldi, at ullina mundi hon fáa frá Óla Jákup, mammubeiggja sum var bóndi. Ullin skuldi vaskast, tað gjørdi hon altíð sjálv. Lúturin var heitt vatn, land, soda og grønsápa. Baljan stóð tætt við ánni sunnan fyri húsini. Roykurin av landi og skitnari ull stóð upp úr baljuni. So varð ullin kastað á eina hellu í ánni, og so vit at ganga uppi í henni, meðan vatnið rann gjøgnum hana, inntil ikki sást, at nøkur sápa kom úr henni. So varð hon hongd á ein stóran stein, ið stóð tætt við ánna at turka. Eg skuldi blanda, mest samfingið. Tað gekk so sum so. Eg royndi at karða til spinningar, men tað gekk verri. Elmar spann, tað dugdi hann sera væl, sum alt hann hevur tikið sær fyri. Men tað sum eg karðaði klagaði hann um. Tað var ikki spinnandi, og tað endaði við, at mamma mátti karða alt um aftur. Elmar hevði eitt sjáldsamt hegni at spinna. Hann var ikki meira enn 9-10 ár, tá hann spann alt tað, sum mamma bant. Hann spann við "lítlastrá". Stóð við køksborðið, stráið var fest í kantin, og so stóð hann og spann. Ikki hevur hann verið stórur maður. Líkur pápanum í vøkstri siga tey, sum minnast hann. Sum hann stóð og spann var nøsin árakað borðkantin. Tað var eitt serligt forhold millum mammu og hann og tað var tað líka til hon doyði. Elmar hevur eisini víst sítt góða handalag sum grótlagari, og tað eru nógvir garðar, sum eru minni um hann. Hetta hegni hevði hann ikki frá fremmandum. Jóhan Dávid, abbi, var tiltikin góður grótmaður og somuleiðis góður træsmiður.

Sild
Á Skálafjørðinium var tá ofta nógv sild, og sild áttu vit oftast, tað eg kann minnast. Vit ótu feska sild og saltaða sild. Okkum dámdu so ómetaliga væl speygusild. Lea sigur, at sær dámdi so væl sild, at um sildin var gomul og var farin at tráðna, át hon kortini sildina við góðari lyst.


Eitt sindur um ein býttan smádrong.
Eg øvundaði Páll og Martin inni í Grund. Martin var hálvt ár eldri enn eg, og Páll var eitt ár yngri, so vit vóru oftast saman. Teir sluppu við pápa sínum til mangt, sum eg ikki slapp. So sum at fara í bát. Teir áttu tveir bátar, ein lítlan árabát og ein stóran maskinbát. Mangt annað sluppu teir eisini við pápa sínum. Eg veit, at eg hugsaði meira enn eina ferð um, hvussu tað hevði verið um Sámal Petur, pápi teirra, var pápi mín. Sámal Petur var í mínum eygum alt tað, sum ein pápi átti at vera. So var tað eisini nærmasta hús, har hann búði, og eg sá hann dagliga, tá hann var heima frá skipi. Men eg rendi meg altið í ein trupulleika. Skuldi Sámal Petur vera pápi mín, so mátti Hansina, kona hansara, vera mamma mín. Tað kom ikki upp á tal. Mammu vildi eg ikki býta um við nakað, so mátti eg heldur avskriva Sámal Petur sum pápa. Soleiðis hugsaði eg sum smádrongur um at útvega mær ein pápa. Eg saknaði pápa sárt, inntil eg sjálvur fór at arbeiða millum menn. Tað var eitt sum mamma onkuntið segði við meg, tá eg skikkaði mær illa: "Minst til, tú ert elstur, og sum tú gert, fara beiggjar tínir at gera." Tað dámdi mær ongantið at hoyra.
Onkuntíð slapp eg við Jakku morbróður, Hans David og Josva á Lambavik at dyrgja. Vit komu seint heim, høvdu fingið nógvan seið, kruvdu vit hann um náttina. Eg var níggju ár, fyrstu ferð eg slapp við. Jakku smíðaði mær orv og líggja, eisini tá eg var niggju ára gamal. Hann kom við mær í bøin, lærdi meg at halda orvinum og at brýna liggjan. Eisini eg slapp at velta við Óla Jákup, sum eisini var mammubeiggi, og dreingjunum hjá honum. Tá føldi eg meg sum mann.

Nógv hjálptu tá ið tað stóð á.
Lea systir, hon er hálvfjórða ár eldri enn eg, minnst at Ludvig Poulsen, ein leiðandi bróður í Ebenezer og handilsmaður, vitjaði mammuna. Hann er neyvan komin tómhentur. Somuleiðis Jóan Karl á Skála, Victor og Rikka Danielsen og Per og Poulina uppi í Toft fyri at nevna nøkur dømi. Havi fyrr nevnt posarnar við saltmati, sum kundu liggja á trappuni, tá vit komu upp. Onkur maður afturkomin av skipi hevði lagt hann. Havi fyrr nevnt onnur dømi um hjálpsemi. Eg havi seinni fingið at vita, at handilsmaðurin í bygdini drálaði ikki við at strika skuld, tá tað stóð á hjá fólki í trongstøðu.

Gudsóttin.
Systrarnar sum mest hildu saman vóru Luffamostir og mamma. Tær høvdu báðar mist mannin. Eg minnist ikki, hvat tær tosaðu um, men eg minnist hvat tær plagdu at syngja. Serliga mamma hevði eitt gott mál. Ein av sangunum var: "Rann aldri grátur kinnum á, var rósan tornafríð, hvør lætt, hvør lætt vit gloymdu tá, várt heim Guds ríki í”. Sangurin hevur fýra ørind og millum hvørt versið kundi hon hava onkra viðmerking. So var við øllum hon sang. Ein annar var: "Inn í gyltan sal millum einglatal, skjótt tey frelstu ganga inn. Gloymd er sorg og sút, krúnur býtast út, tá tey frelstu ganga inn."
Hetta var teirra troyst, at tað var nakað betri í vænti, tá tey skulu møtast aftur og gloymd er sorg og sút.
Triði sangurin eg skal nema við er: « Á heimland, á heimland! Ei einslig hjørtu har, ei ótti og ei angist, ei grátur er í tær, sum lítla barnið grætur at vera móður hjá, so leingist mínum hjarta, á heimland teg at sjá, Á heimland! So tunt hitt tjaldið er, títt ljósa summar skilir frá hesi køldu verð."
Spell ikki at minnast viðmerkingarnar, hon hevði til hvørt versið, hon hevði sungið, men tað er farið í gloymskuna.
So er brot úr sangi eg minnist, og sum mangan var havt á munni: "Á sælur tá hann, sum tá alt annað svann, átti Jesus og trúi á hann!" Her nýtist eingin viðmerking. Hjá teimum var eingin ivi um, at leiðin bar heim. Og á teirri leiðini var einki skipbrot. Beinleiðis eftirkomarar eftir teir, ið fóru, eru við at doyggja út. Teir yngstu eru Per, bróður, Sámal hjá Helenu og Sámal og Óluva hjá Jørginu. Hesi vóru ikki fødd, tá páparnir fórust og hava mammurnar tískil gingið við teimum, tá vanlukkan hendi. Tey fylla øll 75 ár í ár og eru øll uppkallað eftir pápunum.
(Hesi trý eru øll eru farin eisini, tað seinasta var Per, sum doyði í summar. ( 2023 M.J.)

Hetjur til mammur og pápar
Tað hevði uttan iva mangt verið øðrvisi, um páparnir hjá okkum høvdu livað, men eg tori at siga, at vit hava øll átt hetjur til mammur. Og tíbetur, sorg arvast ikki. Vit minnast teir ið fóru við hávirðing. Teir vistu betri enn nakar annar, hvussu veikt og lítið farið var, sum teir fóru við. Kortini fóru teir, tí tað galt teirra kæru, sum heima vóru. Okkara tankar eru eisini hjá teimum, sum sita eftir teir sum fórust við Lauru."


Hesin sangur var yrktur til eina av einkjuni sum fylti 90 ár, og eg haldi at hann passar so væl til allar einkjurnar sum sótu einsamallar við sínum børnum.
„Hjúnalag og ljósir dagar
— fyri framman lýsti bjart —
eydnurík tit livdu saman,
leiðir Harrans fingu lært,
børn í ótta Guds tit aldu,
hóast stríðið tungt og hart.

Lívsvav ei av gyltum træðrum
eina aldri vovið varð,
sást tú plagg til dygdarbúna,
rangan so seg mangan bar.
Eins og rísin fesjut fløkja,
um tú hana eina sær.

Hóast sorgarbylgjur brutu
— skýggj so hóttandi og svørt —
visti tú, at yvir teimum
lýsti náðisólin bjørt.
Tann, ið hetta eyðmjúkt lærdi.
fekk um ævigt virði nørt.

Fjálgar vóru tínar hendur
eftir dagsins langa stríð,
okkum ballaði við stokkin,
boygdi knæ á kvøldartíð.
Bart í suffum, tøgn og orðum
inn í Guds favnin okkum í.

Eins og ungamamman breiddi
út tú verndarveingirnar,
tá ið vandar okkum hóttu,
nam tú eymt við streingirnar.
Stillisliga minti okkum,
gentur, eins og dreingirnar.

Fiskaarbeið, eymar lendar,
jú, tað mátti tolast við,
og á kvøldi bant maskinan,
og tit bundu aldri frið,
tí tit bundu breyð úr pløggum,
har vit stóðu lið um lið.

Fyri alt vit takk tær siga,
nú er lívskvøld vorðið seint,
men vit vita, ei tú óttast
— lat tað ongum vera loynt —
tínum kæru har at fevna,
har alt verður himmalskt, reint!

Ja, Gud havi lov fyri hesar mammur, sum stóðu sum klettar, og ikki spardu seg sjálvar á nakran hátt, men nýttu alla orku sína, til at fáa børnini undan. Ongantíð verða nóg nógv orð skrivað til teirra rós."

Nýggja framsýningin

Hendan framsýningin er um kríggstíðina á Skálafjørðinum.

Framsyningar

Klæðir
roykstovan Roykstovan
Stovan
Handilin
Kamar
køkurin