Forsíða Nýtt Framsýningar Søga Keraldið Login

Fororð

Bygdasavnið FORNI er ein sjálvognarstovnur undir bygdasavns-lógini. Nógv fólk eiga eina stóra tøkk uppiborna fyri tað hjálp, tey hava veitt okkum og eisini tey, sum hava latið lutir og myndir, uttan tykkum hevði einki savn verið.

Serliga gott samstarv hava vit havt við Runavíkar skúlaverk. Runavíkar kommuna og Føroya Fornminnissavn eiga eisini eina stóra tøkk uppiborna, uttan hesa hjálp og ráðgeving hevði neyvan verið møguligt at komið í gongd.

Um Forna

Í 1986 vóru stig tikin til at stovna eitt fornminnisfelag á Glyvrum. Fundur varð hildin hin 4. sept. á Runavíkar Sjómans-heimi, har ein fyrireikingar-nevnd var vald, í hana komu: Brynolf Lamhauge, Jónsvein Knudsen og Maria Jacobsen. Tað vóru nakrir fundir hildnir heima hjá Brynolf Lamhauge, sum var formaður í hesi fyrstu nevndini. Stovnandi aðalfundur var so aftur á Sjómans-heiminum hin 10. sept., har nevnd fyri felagið var vald. Í hana komu: Jóhan Lamhauge, Toftir, Jóhan Hansen, Runavík, Jónsvein Knudsen, Saltangará, Karin Kastalag, Glyvrar og Maria Jacobsen, Glyvrar. Sama kvøldið varð Bygdasavnið Forni sett á stovn, og sama nevnd varð vald fyri Bygdasavnið, men kommunan fekk ein lim í ta nevndina, og var tann fyrsti limurin Símun Mittún, Saltangará. Brynolf Lamhauge stillaði ikki upp til nevndarvalið. Savnið hevur eisini havt eitt stýri, har sita: Maria Jacobsen, Karin Kastalag og Jónsvein Knudsen. Nevnast skal, at tað var Sjúrður Joensen, lærari, sum skeyt navnið Forni upp til savnið.

Við tí arbeiðnum at seta Bygdasavnið á stovn, fingu vit stóra hjálp frá Lassa Klein, sum var lands-stýrismaður í mentamálum tá og Arna Thorsteinsson, sum var lands-antikvarur.

Húsini hjá Ingu og Niels Paula Hansen á Glyvrum vórðu so keypt til endamálið, og hevur Bygdasavnið Forni húsast har síðani tá.

Nevndin er sjálvandi broytt nakað gjøgnum árini. Jóhan Lamhauge fór úr nevndini í 1989, og í hansara stað varð Janus Jensen á Toftum valdur. Í 1990 bar Jóhan Hansen seg undan afturvalið, og í hansara stað varð Petur Georg Poulsen á Skipanesi valdur. Tá ið hann doyði í 2001, varð Sámal Petur í Grund í Søldarfirði valdur. Í 1989 varð Hans Jacob Lamhauge í Lamba valdur fyri kommununa og sat hann, til hann fór úr kommunupolitikki í 2009, í hansara stað er valdur Bjarni Kjeld. Nevndin í dag sær soleiðis út: Maria Jacobsen, Karin Kastalag, Jørleif T. Hansen, Dánjal Poulsen og Beinta Dahl. Fyri kommununa, Helgi L. Petersen.


"At varðveita gamalt og gamlan sið,
skal verða okkara mál og mið.
Fornar lutir - ættirnar mongu,
at savna saman kvøldini longu.
Í hesum húsi, í hesum horni,
virkar Bygdasavnið FORNI."

Bygdasavnið Forni

Framsyningar

Klæðir
roykstovan Roykstovan
Stovan
Handilin
Kamar
køkurin

Upplatingartíðir:
1 mai - 1 oktober

Annars eftir avtalu
Onki atgongugjald